Val í Libya innan átta mánaðir

Gongst sum ætlað sleppa fólk í Libya á val innan átta mánaðir at velja eitt tjóðarráð, sum skal gera uppskot um eina nýggja stýrisskipan og skipa eina skiftisstjórn. Tað sigur virkandi forsætisráðharrin, Mahmoud Jibril.

Hann sigur tó, at í fyrstu atløgu fara verandi myndugleikar at brúka tíðina til at savna øll vápn saman og at endurskapa lóg og landaskil.

Mahmoud Jibril er forsætisráðharri í skiftisráðnum TNC, sum hevur staðið á odda fyri bardaganum ímóti Muammar Gaddafi og hermonnum hansara.