Nú løgtingsvalið nærkast hava tey á Klaksvíkar bókasavni valt at varpa ljós á val.
Í hesum sambandi fer Jóannes Hansen at tosa um val og valtøl í norðoyggjum.
Jóannes Hansen er uppvaksin í Klaksvík og er útbúgvin cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi. Jóannes hevur fleiri av undanfarnu valum verið viðmerkjari hjá Kringvarpinum valkvøldið.
Fundurin á Klaksvíkar Bókasavni verður nú hósdagin klokkan 19:30.