Tær síðstu atkvøðurnar telja og tí skipar Glitnir fyri valkaraoke fríggjakvøldið 18. januar frá 23. Ætlanin er at fáa valevnir frá flokkunum at royna seg við sangi í Glitnir.
Skipað verður fyri einum umfarið, har hvør flokkur fær tríggjar sangir í part og valevnini fyri flokkarnar avgera sjálvi, hvør syngur.
Síðan verður mett um hvussu eydnaðist og har eftir fær hvør flokkur eina roynd aftur at syngja tveir sangir.
Tann flokkurin, sum kemur best frá upgávunum, fær høvið at syngja tveir sangir uttan at hinir flokkanir sleppa framat.
Loyvi er sjálvandi at agitera og royna at tiltuska sær nakrar atkvøður gjøgnum alt kvøldið og eisini verður møguleiki fyri at hava plakatir við, sum kunnu heingjast upp áðrenn tiltakið byrjar.








