Glitnir skipar fyri valkaraoke fríggjakvøldið 18.01 frá 23.00. Ætlanin er at fáa valevni frá flokkunum at royna seg við sangi. Skipað verður fyrst fyri einum umfarið, har hvør flokkur fær 3 sangir hvør, valevnini fyri flokkarnar avgera sjálvi hvør syngur. Síðan verður mett um hvussu eydnaðist og eftirfylgjandi fær hvør flokkur enn møguleika at syngja 2 sangir. At enda fær vinnandi flokkuin høvi at syngja 2 sangir, umframt møguleika at agitera og koma við einari seinastu áheitan “um at velja rætt”. Loyvi er sjálvandi at agitera og royna at tiltuska sær nakrar atkvøður gjøgnum alt kvøldið, og møguleiki er somuleiðis at hava plakatir við – hesar kunnu heingjast upp áðrenn tiltakið byrjar.










