Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon hevur bara eina stutta viðmerking til mótspælið um hennara útsagnir um nýval.
- Fyri tað fyrsta havi eg alla tíðina sagt, at eg haldi, vit skulu hava fiskivinnureformin ígjøgnum, áðrenn val verður útskrivað. Hetta segði eg eitt nú í Útvarpinum í morgun. Tá nevndi eg eisini nøkur onnur tíðandi mál, sum áttu at verið samtykt fyri nýval. Hesi mál kunnu vit sjálvsagt fáa samtykt í so mikið góðari tíð, at val kann verða síðst í september.
Annita sigur, at hon ongastaðni hevur sagt, at Tjóðveldi skal taka undir við uppskotinum hjá Jørgeni og Kára.
- Hetta er eitt uppskot, sum eg als ikki havi sæð enn, leggur hon aftrat.
Løgtingskvinnan heldur, at verður arbeitt við at fáa meiriluta at verða fyri vali seinast í september, ber til at tryggja, at eina nýggj samgonga verður skipað, sum seriøst kann taka sær av komandi fíggjarlóg.
- Alternativið er, at fíggjarlógin fer at líkjast einum valuppleggi frá ávísum flokkum/ persónum, og tað haldi eg, at ein seriøsur flokkur eigur at umganga, sigur hon.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at Tjóðveldi hevur ongan áhuga í at tvíhalda um, at verandi samgonga skal verða sitandi við valdinum sum longst.
- Vit eru áhugaði í at fáa nøkur týðandi mál í gjøgnum. Tá tey eru fingin í hús, eiga vit sjálvsagt at arbeiða fyri vali. Aðra hugsan skilji eg ikki frá eini seriøsari andstøðu, sigur løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi.