Val í Japan í dag

Fyri tveimum tímum síðani lótu valhølini í Japan aftur. Tá var klokkan sjey um kvøldið har. Umleið 194 milliónir japanar hava valrætt, og teir skulu manna ein part av yvirhúsinum av nýggjum.

Tann demokratiski flokkurin hjá Naoto Kan, forsætisráðharra hevur tikið fleiri stig, sum skulu bøta um fíggjarstøðuna hjá tí almenna, men kanningar hava víst, at fólkið vil ikki taka undir við tiltøkunum.

Tí vænta politiskir eygleiðarar, at stjórnarflokkurin fær ein frammaná frá veljarunum, og eftir teimum seinastu metingunum fær flokkurin í mesta lagi 50 av teimum 121 tingsessunum, sum skulu mannast hesaferð.

Demokratiski flokkurin hevur meiriluta í undirhúsinum, men skal stjórnin reka nakran veruligan politikk, má hon eisini tryggja sær meiriluta í yvirhúsinum. Fær hann ikki meiriluta har, má hann fáa stuðul frá øðrum flokkum.