Val í Svøríki: Blái vongurin hevur ein óvæntaðan meiriluta

75 prosent av atkvøðunum eru nú taldar í Svøríki og blái vongurin hevur ein sera tepran meiriluta

Spenningurin er í hásæti í Svøríki nú tríggjar av fýra aktvøðum eru upptaldar.

 

Leingi sá tað út til, at teir reyðu flokkarnir trygt vóru á sigurskós – men nú er vend komin í. Bláu flokkarnir liggja til 175 tinglimir og teir reyðu við forsætisráðharranum, Magdalena Andersson, til 174.

 

Hjá teimum bláu er tað Svøríkisdemokratarnir, ið liggja á uttasta høgraveinginum, ið eru á odda við 20,7 prosentum.

 

Hjá teimum reyðu er tað ikki óvæntað Sosialdemokratarnir, ið hava flestar atkvøður við 30,4 prosentum.