Val í Grønlandi í dag

Á middegi okkara tíð lata valhølini í Grønlandi upp, og teir næstu tímarnar skulu grønlendingar manna Landstingið av nýggjum.

Spenningurin hevur sjáldan verið so stórur upp undir eitt landstingsval sum hesaferð, og høvuðsorsøkin er tað nógva kjakið um eina komandi ráevnisvinnu, sum hevur vakt ans langt út um Grønland.

Samstundis vísir tann seinasta meiningakanningin, at tað stendur á jøvnum millum verandi samgongu og andstøðuna. Á valinum í 2009 fekk samgongan hjá IA, Demokratunum og Kandidatflokkinum 19 av teimum 31 tinglimunum, men sambært teirri seinastu kanningini fáa hesir flokkarnir bara 16 tinglimir og sostatt sera tepran meiriluta.

Tann stóri vinnarin verður andstøðuflokkurin Siumut, sum fær tríggjar tinglimir afturat teimum níggju, sum flokkurin hevur.

Kanningin gevur hetta úrslit (tølini í klombrum vísa verandi umboðan):

IA 13 (14)

Siumut 12 (9)

Demokratarnir 3 (4)

Atassut 2 (3)

Partii Inuit 1 (nýggjur flokkur)

Kandidatflokkurin 0 (1)