Í dag er tjóðartingsval í Georgia, og valið er millum Eindarflokkin hjá Mikheil Saakashvili, forseta og eina valsamgongu, sum ríkmaðurin Bidzina Ivanishvili stendur á odda fyri.
Eindarflokkurin hevur verið fyri sera hvøssum atfinningum í seinastuni, eftir at ein sjónbandsupptøka avdúkaði, at fangar vórðu sera illa viðfarnir í landsins fongslum. Myndirnar elvdu til stórar mótmælisgongur, og forsetin gjørdi av at koyra allar fangavørðarnar til hús og at lata løgregluna yvirtaka uppgávur teirra.
Undir valstríðnum hevur andstøðuleiðarin, Ivanishvili, lagt Saakashvili, forseta undir at hava hugburð sum ein einaræðisharri.










