Val í Fraklandi

Í dag er val í Fraklandi. Veljararnir skulu manna undirhúsið í tjóðartinginum, og um átta dagar skal yvirhúsið mannast.

Politiskir eygleiðarar í París siga, at úrslitið verður avgerandi fyri, hvussu umfatandi nýskipanir Francois Hollande, forseti, fær sett í verk, og hvussu skjótt hann sleppur at fremja tær í verki.

BBC skrivar, at fær sosialistaflokkurin hjá Hollande meiriluta í tinginum, fara forsetin og stjórnin at fremja umfatandi broytingar í skattaviðurskiftunum, samstundis sum fleiri broytingar verða gjørdar í teimum almennu útreiðslunum.