Í dag er fyrsta umfar av tjóðartingsvalinum í Egyptalandi. Hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at frítt val er í landinum, og valið verður roknað sum tað fyrsta stigið fram ímóti einum skifti frá hernaðarstýri til demokrati.
Meiri enn 50 flokkar stilla upp á valinum, og valevnini eru umleið 11.000 í tali. Meiningakanningar vísa, at Tann Muslimski Bróðurskapurin verður størsti flokkur. Summar kanningar siga, at hann fær umleið 25 prosent av atkvøðunum, aðrar siga meiri enn 30 prosent.
Í dag er val í einum triðingi av teimum 27 landspørtunum. Hini bæði valumførini verða tann 14. desember og tann 3. januar. Seinni verður so forsetaval, og tað verður í seinasta lagi í juni næsta ár.










