Val í Danmark hevði givið aðra stjórn

Var fólkatingsval í dag, hevði Danmark fingið eina vinstrasinnaða stjórn Tað vísir ein meiningakanning, sum Capacent Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið. Sambært henni høvdu verandi andstøðuflokkar fingið 92 tinglimir, og stjórnarflokkarnir og stuðulsflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, høvdu fingið 83.

Tann stóri taparin í kanningini er Vinstra, sum hevði mist 4,7 prosentstig samanborið við valið í 2007.

Tað hevði havt við sær, at flokkurin hevði mist átta tinglimir. Hinvegin hevði Konservativi Fólkaflokkurin fingið tríggjar tinglimir afturat, og DF hevði mist ein, sigur DR.