Val av Kringvarpsnevnd

Kári P.Højgaard, løgtingsmaður

Nýggja kringvarpslógin er komin í gildi, og eftir hesi lóg velur politiska skipanin 4 limir og 4 varalimir. Sambært tíðindasending Kringvarpsins í dag segði Jógvan Páll Lassen sakførari greitt, vísandi til fyrisitingarlógina, at 4 av teimum íalt 7 valdu limunum vóru ógegnigir. 3 av teimum 4 limunum, sum politisku flokkarnir hava valt, umframt formaðurin í nevndini, ið er valdur av landstýrismanninum.

At samanløgdu almennu loftmiðlarnir Útvarp og Sjónvarp Føroya hava stóra ávirkan á tíðindaflutning og hugsunarhátt hjá tí einstaka, er neyvan tvinnar meiningar um. Tí verða tey bæði orðini, gegni og óheft, lyklaorðini í virksemi hjá stovni og nevnd.
Ein kann tí freistast til at seta spurningin, um tað yvirhøvur kann bera til, at politiska skipanin óheft velur síni umboð.

Valið varð politiskt. Teir 4 stóru flokkarnir fingu tað umboð valt til fastan lim í Kringvarpsnevndini, ið teir høvdu sett sum nr. 1. Hinir báðir flokkarnir fingu eykalim.

Tað varð gjørt greitt, tá Kringvarpslógin var til viðgerðar, og hetta fyrsta royndarvalið hevur staðfest, at tað er alneyðugt, at Kringvarpsnevndin er so óheft sum til ber. Hin møguleikin er at ásannað veruleikan, broyta lógina, og økja talið av limum, ið flokkarnir velja til 6. Tá kunnu eisini teir smærru flokkarnir velja ein nevndarlim, og vit fáa politiska javnvág í skipanina.