Vakurleikin og beistið

?Um filmin Monster?s Ball

Í Bretlandi verður veitsla hildin í sambandi við, at ein deyðadómur skal førast út í verkið. Hendan veitslan verður kallað fyri Monster?s Ball.
Hetta heitið hevur filmurin, vit her fara at umrøða, tikið sítt navn frá.
Filmurin gongur fyri í suður statunum í USA á okkara døgum. Har valdar enn hópin av óndskapi og illvilja móti fólki við svørtum húðaliti.

Hank er onnur generatión av trimum, sum arbeiða í fongslinum. Í fongslinum er av og á neyðugt at taka lívið av fólki, tí deyðadómur er galdandi og verður nýttur.
Hank og sonurin Sonny hava eitt einki serligt forhold. Óndskapurin frá pápanum og sorgarleikin í arbeiðsdegnum hava fingið Hank til gerast harðan ? eitt monstur. Væntandi kærleikin og yvirvágin av hatri gerast bæði ov nógv og útvegurin hjá Hank, tá sonurin tekur lívið av sær.
Eftir at hava avrætta mann hennara kemur Hank, uttan at kenna hana aftur, í sambandi við Leticia. Tey gerast skotin í hvørjum øðrum, tá teirra nærmastu doyggja frá teimum.
Kærleikin gerst bjargingin hjá Hank, og tryggleikin, hann bjóðar, verður lívsnervin hjá Leticiu.

Filmurin byggir harfrá á eina fyri so vítt einkla søgu. Stemningurin er døkkur og søgan og persónarnir grípa mestsum eftir tær av hvíta løritinum upp á teirra serstakliga ráa og sermerkta hátt.
Í nútíðar samfelagnum býr óndskapurin eisini, og hesin verður munandi sterkari sýndur í hesum filminum í mun til aðrar. Dygdin og dýpdin er har allanvegin.

Filmurin hevur so avgjørt eisini sínar ringu síður. Søgan hevur nøkur hol, sum í roynd og veru eru so gapandi stór, at allir prikkarnir ikki fella upp á pláss. Men fyri at geva betri pláss til øll forhold og allar sneiðingarnar í handritinum verður eitt nú als ikki leitað eftir forkláringum, tá sonurin hjá Leticiu kemur illa fyri.
Hinvegin er filmurin deiliga ráur og einkul. Ikki ein persónur ov nógv er í filminum, og tú sleppur eitt sindur tættari innat, enn tú kanska annars vanliga ger í amerikonskum filmum.
Stóru holini í søgugongdini gera, at realisman fer fyri borð, men allíkavæl heldur filmurin sosialrealistiska takið. Heldur ikki verður spart við at vísa húð og kenslir í teimum løtum, sum fáa staðfest aldursmarkið.
Treyðugt so, lívið kann hjá nógvum tykjast sum ein ónd ringrás. Tað at bróta ringrásuna og finna ljósið í øllum myrkrinum eyðkenna filmin. Hetta situr eisini rimmarfast eftir hjá áskoðaranum.
Eins og í søgunum kann finnast aftur á beint, tá filmurin vendir á eina kós, sum meira enn nakað annað er ævintýr kend.
Leikaraavrikini eru sum heild framúr. Hetta er eisini alneyðugt, skal filmurin hava nakra vón at klára seg. Leggur tú alt saman, fært tú eitt gott filmsupplivilsi.

Ein filmur, sum sigur okkum, at vakurleikin býr innan í okkum øllum. Eftir sjálvt tann myrkasta dagin liggur ljósið í dvala, og viðurgongur tú tínar feilir, kanst tú gera ein mun rætta vegin, hóast skaðin er gjørdur. Tað er at varðveita vónina, og tú ger ikki tað ikki ringast við at vitja kykmyndamykrið - fyri beistið og ikki minst fyri vakurleikan.