Vakur sangur á útimøtinum hjá Ebenezer

Eins og Frelsunar Herurin hava Ebenezer útimøti á hvørjari ólavsøku. Í ár var einki undantak

Eitt, sum sermerkir møtini hjá Ebenezer, er teirra góði og flotti sangur. Hetta kemur til sjóndar bæði í solosangi, men eisini við tí stóra Ebenezerkórinum, sum syngur á trappuni.

Nógv fólk var samankomið, tá útimøti var á trappuni í Ebenezer í kvøld kl. 21. Umframt nevnda sangin so hevði fyrrverandi yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum, Rodmundur í Liða, eitt orð.

Veðrið hevur verið gott, hóast tað nú er blivið nakað gráari í luftini.