Seinnapartin í dag fingu hvalbingar vitjan av einum serligum rovfugli, nevniliga einari "reyðgleðu".
Ein reyðgleða, sum á donskum kallast "rød glente", er ein sjáldsamur rovfuglur um okkara leiðir, sum vanliga verður millum 60-70 centimetrar í longd.
Hann er kendur fyri sítt sýlda vel og sínar longu og smalu veingir. Í brúnum, hvítum og rustreyðum liti verður hann mettur sum ein serstakliga vakur fuglur.
Rúni Thomsen varnaðist stóra fuglin og tók nakrar myndir, sum vit hava fingið loyvi til at vísa her á in.fo.
##med2##
##med3##
Krákurnar royndu at jagstra hann.
##med6##
Her eru tvær aðrar tilvildarligar myndir av reyðgleðuni, sum vit hava funnið á netinum:
##med5##
##med4##
















