Vakur fimleikur á Hálsi

Um vikuskiftið vórðu FM-finalurnar í estetiskum fimleiki avgreiddar

Fimleikur

 

Leygardagin var talan um B-kappingarnar, sum eru eitt tiltrongt ískoyti til breiddina innan fimleikin. Áhugin fyri at vera partur av liðunum í estetiskum fimleiki er sera stórur, og tí er talan nú eisini um B-kappingar, sum bert kunnu vera við til at styrkja heimliga fimleikin.

Bæði leygar- og sunnudagin vóru A-finalur eisini á skránni. Hjá kvinnum gjørdist tað í ár Havnar Fimleikafelag, sum streyk avstað við gullinum í ævigu kappingini við Støkk. Hinvegin megnaði Støkk at taka gullið í kvinnuunglingum og gentum, so alt bendir á, at talan eisini komandi árini verður um knallharða kapping millum tey bæði feløgini. Og við gullinum í kappingin ifyri smágentur prógvaði Ljósið, at eisini tey vilja vera við til at bjóða teimum báðum stóru av.