Vakthavandi

Sambært vakthavandi á politistøðini var vikuskiftið friðarligt, tó at okkurt smávegis var at fara út til.

Løgreglan í Havn varð boðsend til eini hús fríggjadagin, tá ein mammu og vaksna dóttir hennara gjørdust somikið ósamdar, at onkur metti tørv vera á løgregluhjálp.  Loysnin bleiv, at dótturin flutti út.
--
Um ellivutíðina fríggjakvøldið komu boð til alarmsentralin um, at fólk høvdu varnast, eld í einum bili úti í Havnardali. Talan var um ein jeep, sum brendi heilt út. Umstøðurnar kring brandin vóru ógreiðar og óvanligar og bilurin varð tískil sendur á Akstovuna til nærri kanningar.
--
Í ávikavist Klaksvík og á Velbastað vórðu tveir ungir menn tiknir fyri rúsdrekkakoyring náttina til leygardag. Teir vóru báðir um 20 ár og kunnu vænta at missa koyrikortið.
--
Nærhendis høllina í Giljanesi varð ein drongur til gongu ákoyrdur sunnunáttina. Hann var fluttur á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann var komin smávegis til skaða í beini og í andlitið.
--
Sunnumorgunin um áttatíðina komu boð um innbrot í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Barrskápið í húsinum varð brotið upp, men ógreitt var, um nakað var horvið. Fólk høvdu sæð ein kendan bil fara av staðnum og boðaðu frá hesum. Sambært løgregluni er ein maður handtikin og skuldsettur fyri innbrotið, og er talan um ein umleið 20 ára gamlan kenning hjá løgregluni.
--
Sunnukvøldið var eitt ferðsluóhapp við Gjógvará í Fuglafirði. Bilurin bakkaði út frá einum privathúsum og oman av vegnum. Blóðroynd varð tikin av føraranum og verður hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Ongin skaði stóðst av óhappinum.