Føroya Løgting má fáa rættar upplýsingar at taka støðu út frá.
Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, nú fíggjarlógin er til viðgerðar.
Hann sigur, at teir upplýsingar, Fiskimálaráðið hevur givið Fíggjarnevndini um støðuna hjá Vaktar- og bjargingartænastuni undir Føroyum, kann misskiljast og tískil hevur hann biðið um at sleppa at nágreina støðuna, tí hann heldur, at Løgtingið má hava rættar upplýsingar at taka støðu eftir.
Hann sigur, at eftir tí, Fiskimálaráðið hevur upplýst fyri Fíggjarnevndini, fær
fatan av at Tjaldrið verður tøkt til bjarging alt árið.
- Hettar er beinleiðis skeivt, sigur Elmar Højgaard.
Hann sigur, at í besta føri verður Tjaldrið tøkt í 23 vikur í ár.
- Hettar er fyrilagt Fiskimálaráðnum fleiri ferðir og kann tí ikki vera tykkum ókent, sigur hann við Ráðið.
Hann leggur afturat, at í besta føri verður Brimil heldur ikki tøkur í meir enn 46 vikur í ár.
Men lagt verður so til rættist, at tað altíð verður eitt skip tókt.
Hinvegin verður lagt afturat, at KT- skipanir gera, at betri eftirlit kann verða, tá ið skipini avreiða, heldur enn at hava eftirlit á grunnunum.










