Vaktarskipið Tjaldrið: Ongin loysn í eygsjón

?Vit mugu bara bíða eftir, hvatr hendir, sigur og Vaktar- og Bjargingartænastan

 

Trygd á sjónum


? Støðan er ótolandi. Men vit fáa onki gjørt uttan at bíða.

Martin Kruse, vakthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, segði á miðdegi í gjár, at teir dugdu ikki at síggja nakra loysn á trætuni við manningarfeløgini, so at Vaktarskipið Tjaldrið sleppur aftur í sigling.

Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur arbeiðsósemjan ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið, nú eisini ført við sær, at Tjaldrið er lagt.

Men hann sigur, at Vaktar- og Bjargingartænastan er bundin á hond og fót og fær onki gjørt.

Og hann leggur afturat, at tað er ongin loysn í eygsjón.

Men í gjár skuldi samgongufundur verða og samstundis skuldi fundur vera ímillum Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið.

? Nú bíða vit eftir úrslitinum av teimum fundunum, sigur Martin Kruse.

Hann hevur tó skilt, at er talan um neyðstøðu, verður blokadan tikin av, so at Tjaldrið sleppur avstað.

Men hví Tjaldrið verður lagt, heldur enn at brúka stýrimenninar, sum ætlandi skuldi við Brimli, fekk Martin Kruse ikki svara uppá.