Trygd á sjónum
Nú er arbeiðið hjá Vaktar og Bjargingartænastuni enn einaferð at kalla lagt lamið.
Tí samstundis, sum Brimil ikki sleppur til landið, er vaktarskipið Tjaldrið nú eisini lagt.
Sostatt hevur Vaktartænastan í løtuni bara Spógvan á at líta, men tað er sjálvsagt sera avmarkað, hvat kann kann gera, tí hann er so lítil.
Tað er ósemjan um Brimil, sum hevur ført til, at Vaktarskipið Tjaldrið nu er lagt.
Og hetta er aðru ferð, at Tjaldrið liggur orsakað av ósemjuni um Brimil.
Orsøkin til, at Tjaldrið nú ikki sleppur út aftur, er, at ongir stýrimenn eru at mynstra við.
Fyrru ferð, Tjaldrið lá, var tað eisini tí at stýrimaður manglaði. Tað var fyrr í ár og tá lá Tjaldrið tí at ein stýrimaður varð sjúkrameldaður.
Ætlanin var síðani at fáa ein avloysara umborð, men tað setti Skipara- og Navigatørfelagið ein stoppara fyri.
Felagið kravdi at Vaktar- og Bjargingartænastan skuldi fáa ein av stýrimonnum, sum annars skuldi við Brimli, umborð á Tjaldrið. Samstundis bannaði felagið øllum øðrum stýrimonnum at fara umborð á Tjaldrið
Tað vildi Vaktar-og Bjargingartænastan ikki og sostatt lá Tjaldrið, til tað fekk eitt nýtt manningarskjal sum gav tí undantaksloyvi at sigla við bara einum stýrimanni. Men siglingin varð nógv skerd við tað, at við bara einum einum stýrimanni kundi Tjaldrið ikki vera longri úti enn í 12 tímar ísenn, og tað kundi samstundis ikki fara longri út enn 30 fjórðingar.
Støðan enn verri nú
Men nú er støðan støðan hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni blivin enn truplari.
Stýrimaðurin, sum varð sjúkrameldaður fyrr í ár, ern sjúkrameldaður enn. Og hin stýrimaðurin er nú farin í farloyvi vegna sjúku í familjuni.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað hevur hann fullan rætt til eftir sjómanslógini.
Sostatt er ongin stýrimaður, sum kann fara við Tjaldrinum.
Og tí sleppur Tjaldrið ikki at loysa aftur.
Tjaldrið liggur á Havnini, og eftir ætlan skuldi tað fara útaftur hósdagin. Men tað slapp tað ikki og á miðdegi í gjár var framvegis ongin loysn funnin.
Ellintur Abrahamsen sigur, at felagið heldur fast um, at aðrir stýrimenn enn teir, sum ætlandi skuldu við Brimli, skulu ikki við Tjaldrinum.
? Vaktar- og Bjargingartænastan hevur stýrimenn tøkar, sum kunnu fara við Tjaldrinum. Men hon vil heldur, at Tjaldrið verður lagt enn at lata teir fara við, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann vísir á, at stýrimenninir, sum ætlandi skuldu við Brimli, eru settir í starv hjá reiðaranum. Teir eru ikki settir í starv umborð á ávísum skipi og kunnu tískil saktans fara við Tjaldriunum.
? Men at Vaktar- og Bjargingartænastan ikki vil brúka teir, kunnu vit ikki gera við, leggur hann afturat.