Seinnapartin í dag varð skipað fyri eini serligari løtu í Tilhaldinum í Tórshavnar kommunu í samband við, at Wanja Petersen og Randi Vang hava sagt seg úr starvi, og nýggi leiðarin Eydna Berg og nýggja starvsfólkið Halla Samuelsen loysa tær av.
Talan er um tvær kendar kvinnur í Tilhaldinum, ið nú lata arbeiði í aðrar hendur. Báðar tvær hava nevniliga starvast í Tilhaldinum síðani seinast í hálvfemsunum, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var til staðar í Tilhaldinum, og flutti fram røðu fyri teimum báðum, ið nú løgdu frá sær.
- Ein kann siga, at Wanja og Randi sum eitt avbera gott toymi hava verið ímynd av Tilhaldinum. Wanja er ein eldsál og eitt arbeiðsgrev, og ikki er at taka munnin ov fullan at siga, at hon hevur lagt sína sál í Tilhaldið fyri at veita pensjónistunum møguleikar fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi, segði Heðin Mortensen.
Í røðu síni takkaði borgarstjórin teimum báðum fyri eitt gott arbeiði, ið hann metti hevur uppfylt endamálið hjá Tilhaldinum.
- Saman hava tit uppfylt endamál Tilhaldsins, sum er at geva pensjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Eitt fjøltáttað virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi. Her kenna øll seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt, segði borgarstjórin sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.











