Vaktarskifti í Samuelskirkjuni

Derhard Olsen, ið hevur røkt starvið sum sóknarprestur á Nørrebrúgv og prestur fyri føroyingar í Keypmannahavn síðani 1. september í fjør, leggur frá sær tann 31. oktober, og Bergur Jacobsen sum hevur verið í farloyvið tekur við aftur

Tíðindaskriv

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Føroyski presturin í Keypmannahavn, sum hann verður nevndur, røkir bæði starvið sum danskur sóknarprestur á Nørrebrúgv og prestur fyri føroyingar í Keypmannahavnarøkinum, herundir eisini Ríkissjúkrahúsið og Sjúklingahotellið Tórshavn, og tað er hesi størvini Derhard hevur røkt seinastu 14 mánaðirnir.

Nú Bergur Jacobsen tekur við aftur er mannagongdin hin sama, við føroyskum guðstænastun í Samuelskirkjuni hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum klokkan 14, og guðstænastum á Sjúklingahotellinum annan hvønn hósdag klokkan 20.30.



Metroin ger Samuelskirkjuna til miðdepil

Stundum hevur verið funnist at, at Samuelskirkjan er ov fjarskotin fyri føroyingar flest í Keypmannahavn, men við nýggju metrostøðunum á Nørrebros Runddel og Nørrebro Station, verður Samuelskirkjan knappliga ein miðdepil í ferðslukervinum í Keypmannahavn.




Farvæl og takk Derhard

Føroyska kirkjuráðið í Keypmannahavn fegnast um at tað beinanvegin í fjør eydnaðist at fáa ein avloysara til starvið sum føroyskur prestur í Keypmannhavn, og at Derhard til fulnar hevur røkt hettar starvið seinastu 14 mánaðirnir.

Hann prædikar fyri seinastu ferð í hesum umfarið, sunnudagin 18. oktobur, sum er 19. sunnudagur eftir trinitatis. Hugurin hjá Derhard stendur helst til embætið í Føroyum, og kirkjuráðið ynskir honum góða eydnu á leiðini.