Vaktarskifti í Klaksvík

Fráfarandi og komandi borgastjórarnir í Klaksvík vitja í Morgunsendingini á Rás2 í morgun. Tosað verður um persónligu krøvini til ein borgarstjóra Í gjárkvøldið hevði sitandi býráð í Klaksvík sín seinasta fund, og um góðar tvær vikur tekur nýggja býráðið við.

Seinastu átta árini hevur Steinbjørn O. Jacobsen verið borgarstjóri í Klaksvík, men á nýggjárinum má hann lata sessin til fyrsta kvinnuligu borgarstjóran í Klaksvík, Gunvá við Keldu.

Tey bæði vitja nakað eftir klokkan 10 í Morgunsendingini á Rás2, sum verður send beinleiðis úr Klaksvík. Tosað verður um borgarstjórastarvið, og hvat krevst av persónligum eginleikum hjá einum borgarstjóra.

Seinni í morgun vitjar fótbóltsútisetin Atli Danielsen í sendingini.

Morgunsendingin á Rás2 verður send millum klokkan 9 og 12.