Nýggi formaðurin í KÍ er Gestur Hovgaard. Hann hevur bara verið knýttur at felagnum í tvey ár, men er fúsur at fara undir uppgávuna. Hann er nýggjur í felagnum, men hann heldur, at hetta kann vera ein fyrimunur hjá sær í felagsarbeiðinum.
Á aðalfundinum var roknskapurin hjá felagnum lagdur fram, og hann vísti eitt hall á 221.000 krónur, meðan skuldin hjá felagnum er omanfyri tvær milliónir krónur. Møguliga var hetta ein av orsøkunum til, at formaðurin fall.
Fyrrverandi formaðurin Svend Jacobsen fekk 20 atkvøður á fundinum, meðan Gestur Hovgaard úr Vági fekk 27 atkvøður. Sostatt er vaktarskifti í KÍ greitt.
Skeyt Gest upp
Odd Færø, ið er skrivari í fótbóltsdeildini, var maðurin, sum skeyt Gest Hovgaard upp sum valevni, og hann heldur, at eitt skifti var neyðugt.
? Fíggjarstøðan í felagnum er ikki góð, og ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum er at beina skútuna á rætta kós. Eitt vaktarskifti var tí neyðugt í felagnum, sigur Odd.
Hann leggur afturat, at felagið hevur havt innanhýsis trupulleikar, og hann hevur saknað opinleika í nevndararbeiðnum, samstundis sum samskiftið í felagnum ikki var nóg gott. Hann vísir tó staðiliga aftur, at hetta nevndarvalið hevur nakað samband við ósemjuna í felagnum í fjør, tá fótbóltsdeildin legði arbeiðið niður.
Hann er sannførdur um, at Gestur kann gera eitt munagott arbeiði fyri felagið framyvir. Odd sigur seg tó samstundis vera keddan av mátanum, sum vaktarskiftið fór fram uppá.
Fúsur til verka
Gestur Hovgaard er annars kendur sum valevni til løgtingsvalið og frá granskingardeplinum fyri økismenning, men nú er hann eisini formaður í fótbóltsfelag.
Gestur sigur, at hann hugsaði seg væl um, áðrenn hann tók av tilboðnum um at stilla upp, tí felagsarbeiðið er altíð strævið. Hann fer tó framfúsin, nú hann hevur fingið hetta álitið á aðalfundinum. Gestur hevur verið venjari í yngru deildunum í eini tvey ár.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Svend Jacobsen, men boðini frá telefongentuni í Føroya Banka vóru, at hann ikki vildi tosa við bløðini fyrr enn eftir arbeiðstíð.