Fyri nøkrum árum síðani sá Café Jugga dagsins ljós í Vági, og v´siti seg at nøkta ein tørv, tó at tað gerandisdagar kann vera trupult at hava café í útjaðaranum.
Men fólk tóku hugnaligu caféina, har hon helt ti í gamla biografinum í Vági.
Í gjár handaði Rói Agnarson, vegna gomlu eigararnar, nýggju eigarunum lyklarnar til Jugga. Nýggju eigararnir eru Siri Sigurdsdóttir Muller, Johan Sofus Muller og Eyðun Gudmundsson, ið hava ætlanir um at gera Jugga tileitt enn meira spennandi stað.
Jugga heldur til, har tað fyrr var biografur í Vági, og har var í roynd og veru eisini bowlingbani. Hetta mundi fáa ein enda einaferð miðskeiðis í áttatiárunum. Tað var var navnframi Jørgen Olsen, sáli, ið átti og rak biografin. Kendur var hann sum sjálvlærdur granskari, og fann hann m.a. útav, at sild "stendur á høvdinum" og svevur. Tá menn fyri tveimum, trimum árum síðani komu, mest úr Havn, til Vágs at arbeiða á nýggja ítróttaháskúlanum, fóru teir eisini í holt við at uppbyggja eina café, og fyrrverandi eigarin, Jørgen Olsen (jugga) varð uppkallaður, og á Jugga kunnu cafégestir m.a. lesa ritgerð hansara um sildina.
Forvitnisligt er eisini, at á einum veggi eru fleiri gamlar biografplakatir varðveittar.
Umframt vanligt cafévirksemi gerandis, hevur Jugga eisini livandi tónleik og quiz um vikuskiftini.