Hjálpirót, sum í ár hevur 30 ár á baki, hevur fingið nýggjan stjóra. Torben Schneider, sum var ein av stovnarunum av fyritøkuni, hevur valt at siga seg frá sum stjóri, og í hansara stað er komin Sjúrður Jacobæus.
Torben Schneider heldur kortini fram í fyritøkuni sum landslagsarkitektur.
Sjúrður Jacobæus hevur royndir sum gartnari, fyrst sum lærlingur í Hjálpirót, og síðani hevur hann í nógv ár arbeitt í Danmark, har hann eitt tíðarskeið eisini hevði egna fyritøku.
Hann er 37 ára gamal, er útbúgvin sum gartnari og teknologur og tók við stjórastarvinum 1. novembur.
Les meiri um Hjálpirót í Sosialinum, sum bleiv borin í hvørt heim í dag.