Vaktarmenn skutu tveir fiskimenn

Indisku myndugleikarnir hava illgruna um, at vápnaðir vaktarmenn umborð á einum italskum oljutangaskipi hava skotið tveir indiskar fiskimenn. Sum skilst hildu vaktarmenninir teir báðar menninar vera sjórænarar.

Indiska sjóverjan hevur flutt líkini av teimum báðum monnunum til lands, og tað italska tangaskipið, sum eitur Emrica Lexie, hevur fingið boð um at sigla til næstu indisku havn og at kasta akker har.

Skiparin á tangaskipinum hevur greitt frá, at vaktarmenninir skutu teir báðar menninar, sum sigldu tætt fram við tangaskipinum í einum báti. Indisku myndugleikarnir siga hinvegin, at menninir vóru við einum tunfiskaskipi saman við níggju øðrum, og at manningin visti av ongum, fyrr enn tað bleiv skotið eftir teimum.

-Túrurin var liðugur, og vit vóru júst farnir at sigla heim. Allir vóru í koyggjuni uttan Valentine og Pinki, tá menn umborð á tangaskipinum fóru at skjóta, sigur reiðarin á tunfiskaskipinum við fjølmiðlarnar.

Indiska sjóverjan sendi alt fyri eitt tvey verjuskip og eitt flogfar at leita eftir tangaskipinum.