Vaktarmenn rændu banka

Leiðslan hjá teimum fronsku friðarvarðveitandi hermonnunum í Fílabeinsstrondini hevur gjørt av at kanna, um tólv hermenn stjólu pengar úr einum banka, sum teir vóru settir at verja.

Teir tólv hermenninir komu fyri ein hernaðardómstól í París týsdagin, og har bleiv avgjørt at kanna málið nærri. Undir avhoyringini viðgingu hermenninir, at teir høvdu verið inni í bankanum, og keldur hjá franska herinum hava sagt, at hermenninir tóku knappar 600.000 krónur við sær. Sagt verður eisini, at hermenninir hava brúkt tað mesta av pengunum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at franskir hermenn eru lagdir undir at hava tikið pengar úr einum banka í Fílabeinsstrondini. Í januar vórðu fýra hermenn skuldsettir fyri at hava tikið pengar úr einum banka, sum teir skuldu verja.