Vaktargarðurin: - Tað var ikki falskur alarmur í Tinganesi

Tá vit í gjár skrivaðu, at tað var falskur alarmur í Tinganesi um vikuskiftið, so er tað bara lutvíst rætt. Talan var um, at trýstið í sprinklaraanlegginum fall, og so boðar skipanin Brandstøðini frá av sær sjálvum. Og tá eldur ikki er í, so verður tað skrásett sum falskur alarmur

Sløkkiliðið og løgreglan løgdu til brots um vikuskiftið, tí ein automatisk fráboðan var komin til sløkkiliðið um, at trýstið í sprinklaraanlegginum fall. Tá so er, boðar skipanin sjálv brandstøðini frá, og tí fór sløkkilið mansterkt av húsi. Men alt til onga nyttu, tí eldur var tíbetur eingin. Orsøkin var tann, at vatnmenninir hjá býráðnum arbeiddu upp á vatnleiðingina í økinum kring Tinganes, og tí fall trýstið í sprinklaraanlegginum.

Bjarni Thomsen, stjóri á Vaktargarðinum, sigur við Sosialin, at tað er sera óheppið fyri hansara virkið, at ein slík fráboðan verður skrásett, sum falskur alarmur, tí teir hava eisini uppgávur úti í Tinganesi.

- Vit hava tjóvaríalarm og roykávaringarskipan í Tinganesi, og tá tað verður skrásett sum falskur alarmur, so kann tað síggja út, sum virkaði okkara skipan ikki eftir vild. Tað er ikki tað, sum var orsøkin, sigur Bjarni Thomsen.

Hann vísir á, at roykávaringarskipanin boðar frá nógv fyrr enn sprinklaraskipanin, og tí kann ein slík útsøgn koma illa við hjá honum, sum selir roykávaringarskipanir.

- Munurin millum roykávaring og sprinklara er, at roykávaringin fer í gongd einar tíggju minuttir áðrenn sprinklarin. Tað gevur sløkkiliðnum møguleika at koma á staðið í so góðari tíð, at eldurin ikki rættuliga hevur fingið fatur á. Hinvegin fer ein sprinklari í gongd, so oysir hann vatn á eldin alla tíðina, og vatnið kann eisini gera stóran skaða, sigur Bjarni Thomsen.

Heiðrikur Christiansen frá sløkkiliðnum í Havn, er ikki ósamdur við Bjarna. Hann váttar, at tað var trýstið sum fall, og at tað var orsøkin til at teir fóru mansterkir av húsi. Hinvegin heldur hann ikki, at roykávaringin útilokar eina sprinklaraskipan ella øvugt, tí báðar skipaninar kunnu koyra saman um tað skal verða.

Meðan roykávaringin boðar frá tá tað rýkur, so boðar sprinklaraskipanin frá, tá hitin fer upp um eitt ávíst stigatal. Ein glaskolba situr, sum ein proppur, í endanum á sprinklaranum og tá hitin t. d. fer upp um 65 stig, brestur kolban og vetnið sleppur at renna. Tá fellur trýstið og sløkkiliðið verður fráboðað av sær sjálvum.

Til stuttleika kunnu vit enda við, at tað fyri ikki so langari tíð síðani brann í Tinganesi. Ta ferðina boðaði roykávaringarskipanin frá og stutt eftir høvdu bæði løgregla og sløkkilið fingið fráboðan.