Vaktar?? og Bjargingarskip

Nú so nógv hevur verið tosað um, hvar tað nýggja skipið skal byggjast, fari eg at koma við eini viðmerking. At byggja eitt so stórt og dýrt skip er ikki neyðugt.

Tí sum V & B arbeiðir í dag, er vaktarhaldið sera avmarkað. Tey einastu skipini teir klára at taka fyri ólógligan fiskiskap, er onkur lítil útróðrarbátur inni á 6 fj. Hetta hava teir prógvað tvey tey seinastu árini, har teir hava tikið tveir 40-50 tonsarar um árið. Eg fái meg ikki til at trúgva, at hini skipini nú knappliga eru farin at skikka sær so væl. So tá tit ikki klára at hava eftirlit við hesum, so er bert eitt at gera og er tað at fáa útgerð umborð, sum sigur, hvar hesi skip eru. Tað gera teir í grannalondunum.

So mítt uppskot er, at tit byggja tvey minni bjargingarskip og seta út í kortið at skaffa eina bjargingartyrlu. Um vit siga at hesi skipini eru størri enn politibátarnir, koma tey helst at kosta 25 mill. stykkið. Og her er ikki neyðugt at manningin er størri enn 6-7 mans og vera hesi skipini bílig at reka. Hesi kunnu so liggja t.d. eitt í suðri og eitt her norðuri. Og ein tyrla kostar, lat okkum siga 15 mill. So tað samlaða upphæddin verður 65 mill. Og vit byggja í Føroyum, sjálvandi.


Fróði Eidesgaard

Oyndarfjørður