Vakstrarfundur í Vági

Vakstrarætlanin fyri Suðuroynna er evnið, tá Tjóðveldi skipar fyri almennum kjakfundi í stóra Pakkhúsi í Vági Hetta verður fríggjakvøldið klokkan 20, og fara Dennis Holm, stjóri á Granskingardeplinum fyri økismenning, og løgtingsmenninir Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen at greiða frá sínum hugsanum um ætlaðu vakstrarætlanina. Og eisini fara umboð fyri vinnuna at siga sína hugsan um evnið.