Vaksandi vinnulív setir krøv til elframleiðsluna í Suðuroynni

Í fyrstu atløgu verður orkutørvurin helst mettaður við vindmyllum, men sjókaðal er ein møguleiki.

Seinastu árini eru vindmyllur vorðnar eina meira vanlig sjón kring landið, og hava tær megnað at lyft Føroyar upp á eitt støði, so at tjóðin í dag er millum tær fremstu í heiminum innan framleiðslu frá varandi orkukeldum.


Higartil hava tær flestu verið í Eysturoynni og Streymoynni, men nú er túrurin komin til Suðuroynna. Á ársaðalfundinum hjá SEV varð upplýst, at arbeitt verður við at seta vindmyllur upp í Suðuroynni.


- Í løtuni verður arbeitt við at reisa vindmátimastur í Suðuroy. Roknast kann við, at Orka, sum er nýggj deild hjá Umhvørvisstovuni, ið nú umsitur elorkuøkið, ger eitt útbjóðingarumfar við vindorku í Suðuroy í ár.


Avtalað er millum Orku og SEV, at í fyrsta umfari rindar SEV fyri ymiskar kanningar, ið gerast skulu, og verður tað soleiðis, at tann, sum vinnur útboðið, endurrindar SEV kostnaðirnar, samstundis, sum hesir verða roknaðir inn í boðið, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.


Sum støðan er nú, so koyrir Suðuroyggin á sínum egna neti, og kemur meginpartin av orkuni frá olju. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, metir tó, at vindmyllurnar kunnu draga Suðuroynna upp á sama støði innan varandi orkukeldur sum restina av Føroyum.


- Sum nú er, so kemur 80 prosent av orkuni í Suðuroynni frá olju, meðan restin kemur frá vatnorku. Í meginlandinum er vindorka umleið 20-25 prosent, og vit at seta tvær vindmyllur upp í Suðuroynni, so hevði hon verið á sama støði sum restin av Føroyum. Fyri Suðuroynni merkir tað, at umleið helvtin av framleiðsluni kann koma frá vatn- ella vindorku.


Við tveimum vindmyllum aftrat, so metir stjórin, at felagið megnar at veita nokk av streymi til virksemi á oynna. Men um vinnulívið í oynni heldur fram við at vaksa, so er neyðugt við øðrum átøkum, ásannar Hákun Djurhuus.


- Har er nógv nýtt virksemi innan uppsjóvarvinnuni á oynni, og um tað heldur fram við at vaksa, so er helst neyðugt at leggja ein sjókaðal til oynna. Sum nú er, so megna við núverandi trýstið, men tað skal ikki nógv aftrat.


- Um valið so stendur millum at fáa fleiri motorar til vega ella ein sjókaðal, so velja vit ein sjókaðal. Um vit kunnu bíða til ein Sandoyartunnil verður gjørdur, so spara vit nógvan pening við bara at leggja kaðalin gjøgnum undirsjóvartunnilin.