Vaksandi ættleiðing í Føroyum

Í tretivu til fjøruti ár hava børn verið ættleidd til Føroya. Tey fyrstu árini komu fá børn, men tey seinastu árini eru fleiri og fleiri børn komin hvørt árið. Ì dag er miðaltalið umleið tíggju børn um árið.

Hóast tað kann verða ein long og strævin mannagongd, so eru tað alsamt fleiri føroyskar familjur, ið velja at ættleiða børn. Vaksandi áhugin á hesum øki hevur givið Ættleiðingarfelagnum nógv at takast við.
-Vit fáa alsamt fleiri limir, og tá ið vit skipa fyri tiltøkum, so eru tað fleiri og fleiri, ið møta upp. Hetta er bara gleðiligt, sigur forkvinnan í felagnum Anja Andreasen.
Endamálið hjá ættleiðingarfelagnum er at stuðla og kunna familjum, ið hava ella vilja ættleiða.
-Vit eru altíð her til at hjálpa. Fólk, ið ynskja at ættleiða ella hava ættleitt, kunnu altíð venda sær til okkum. Og tað eru tað alsamt fleiri, ið gera, sigur Anja Andreasen.

Børn úr øllum heimshornum
Børnini, ið koma til Føroya, eru úr øllum heimshornum.
-Ofta koma børn frá har, sum tað stendur illa til. Til dømis fáa vit í dag nógv børn úr eitt nú Brasilia, Korea og Afrika, sigur Anja.
Umframt at stuðla og hjálpa familjum, ið ætla sær at ættleiða, so skipar Ættleiðingarfelagið ofta fyri ymsum tiltøkum.
-Til dømis hittast vit einaferð um árið til hungaløtu. Í ár fara vit væntandi til Leirvíkar. Tá koma børnini við, so tað verður sikkurt sera spennandi, sigur Anja Andreasen.