Fimm milliardir krónur. Somikið stórar eru vónirnar til sølu av sonevndum smartphones á russiska marknaðinum. Longu í ár verður roknað við, at snildu fartelefonirnar – sum kunnu nýtast til so nógv meira enn bara tos – verða seldar í 1,2 mió eindum. Men marknaðargranskarar rokna við, at sølan næsta ár fer upp um 2 mió eindum, og tað ger russiska marknaðin serstakliga áhugaverdan hjá framleiðarunum.