Havn: Henda seinasta veturin hevur Dansifrøi enn einaferð verið karmurin um virksemið hjá teimum, ið dáma væl at dansa. Og felagið er samstundis karmurin um virksemið hjá teimum, sum ynskja at læra seg at dansa.
Seinasta leygarkvøld varð tí skipað fyri eini avdansiveitslu á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, har danskeiðið í vetur endaði. Her vóru dansaðir teir dansirnir, sum næmingarnir í samanlagt fimm liðum høvdu lært henda seinasta veturin.
Lærarar teirra hava verið Ruth og Jógvan Martin Mørk, Annelisa og Mads Winther, og Sharon Weiss við sínum tónleikarum.
Tað er eisini í Hoydølum, at Dansifrøi hevur hildið til tey seinastu mongu árini. Men vónað verður, at felagið í framtíðini kann fáa onnur og betri høli til virksemið.
Næsta tiltakið hjá Dansifrøi verður í Hoydølum tann 5. apríl, tá felagið fær vitjan av dansarum úr Hetlandi. Tá verður eisini skipað fyri felagsdansi og hugnakvøldi.
Felagshús
Dansifrøi kann aftur í ár fegnast um ein vaksandi áhuga fyri dansiskeiðunum og teim tiltøkum, sum felagið annars skipar fyri gjøgnum árið.
Felagið hevur tó havt ein trupulleika, og tað eru hølisviðurskiftini. Men nú fer okkurt skjótt at henda, soleiðis at ein loysn kann finnast á hesum málinum.
Fyri tveimum árum síðani fór felagið í samstarv við Fimleikarfelagið Ljósið um bygging av einum felagshúsum í Gundadali. Skipast skuldi soleiðis fyri, at Ljósið kom at halda til í kjallaranum og Dansifrøi í ovaru hæddini.
Í samband við hetta málið hava bygginevndirnar hjá feløgunum fingið stóra hjálp, bæði frá starvsfólkum og býráðslimum í Havn. Og tey hava eisini fingið játtað bæði øki og stuðul til húsini fyri einum ári síðani.
Feløgini hava síðani søkt Mentamálaráðið um stuðul. Umsókn um stuðul varð send í mei mánaði í fjør, og tí bíða feløgini enn við spenningi eftir svarinum úr Mentamálaráðnum.
Í nevndini í felagnum sita nú: Formaðurin Erling Jørgensen, Sonja Mikkelsen, Andreas M. Andreasen, Sigrun Rubeksen og Sjúrður Rasmussen.