Fjórði hvør lærari í Danmark hevur verið úti fyri ógvusligum hendingum, við annaðhvørt harðskapi ella hóttanum sum parti av tí. Tað skrivar Politiken, sum endurgevur Undervisere.dk fyri hesi tíðindi. Víst verður til kanning, har 24% av lærarunum siga seg hava verið úti fyri harðskapi ella hóttanum innan fyri seinasta árið. Heili 10% av lærarunum siga seg hava upplivað hetta seks ferðir seinasta árið. Í 1994 gjørdi Center for Alternativ Samfundsanalyse eina líknandi kanning, og tá søgdu einans 10% siga hava upplivað harðskap ella hóttanir.