Vaks eina góða milliard

Síðani 1998 hevur vøksturin verið næstan 100 prosent

Í 2013 var bruttutjóðarúrtøkan, BTÚ, hjá føroyingum slakar 14,7 milliardir.

Hetta er í marknaðarprísum og tað er ein góð milliard, ella 7,5 prosent meira enn í 2012.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.


Uppgerðin vísir eisini, at av øllum vøkstrinum upp á eina góða milliard, stavar helvtin, ella heilar 511 milliónir frá alivinnuni.

Hin helvtin stavar frá vøkstri í flestu øðrum vinnugreinabólkum, serliga í sjóflutningi, handli og byggivinnu.

 

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum er virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir.

 

Og serliga í fiskaalingini, hevur virðisøking verið stór, tí hon er meiri enn tvífaldað, úr 369 miljónum í 2012 upp í 880 miljónir í 2013, ella tilsamans 511 milliónir.

 

- Virðisøkingin í fiskaaling, sum minkaði bæði í 2011 og 2012, vaks í fjør væl upp um støðið í 2010. Men hesin vøkstur í ársins prísum er kortini ikki realvøkstur, tí so at siga allur vøksturin stavar frá hægri laksaprísum, sigur Hagstovan.

 

Virðisøkingin í fiskiveiði minkaði nakað í 2013, úr 1.366 milliónum, niður í 1.337 miljónir. Afturgongdin var størst í feskfiskaveiðuni, har hin var góð 17 prosent. Parturin hjá feskfiskaveiðuni av virðisøkingini í allari fiskiveiðuni er seinastu 10 árini minkaður úr umleið 55 prosentum niður góð 20 prosent. Í flestu øðrum veiðibólkum vaks virðisøkingin í 2013.

 

Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 4,6 prosent, nakað minni vøkstur enn í 2012. Tað var virkingin av uppisjóvarfiski, sum gjørdi allarmesta munin í 2013. Eisini annar ídnaður hevði framgongd í 2013. Og virðisøkingin í byggivinnuni vaks upp aftur á støðið í 2011 eftir eina minking í 2012 .

 

Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var góðar 100 miljónir, 4,2 prosent. Hetta er nakað meir enn árini 2009-2012, men væl minni enn vøksturin mongu árini frammanundan. Miðalvøksturin í almennari fyrisiting og tænastu árini 1999-2009 var góður sjey prosent um árið.

 

Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 5,5 prosent í 2013. Her stavar vøksturin serliga frá sjóflutningi og handli. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.

Myndin omanfyri vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt.

 

Árini 1998-2002 var íkastið frá tilfeingisvinnum um 20 prosent. Í 2003 minkaði hesin partur niður á støði um 15 prosent, og aftur í 2008 minkaði parturin, niður á sløk 12 prosent.

- Men við ógvisliga vøkstrinum í uppsjóvarveiðini og vøkstrinum í fiskaaling hevur íkastið frá tilfeingisvinnunum verið omanfyri 15 prosent síðan 2010, sigur Hagstovan.

 

Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er minkaður úr góðum 21 prosentum í 2003 niður í góð 16 prosent í 2013.

 

Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr um 20 prosentum árini undan 2003 upp á  24 prosent í 2005, og upp á 26 prosent í 2009, men er síðan minkað aftur niður á góð 23 prosent í 2013.

 

Frá privatum tænastuvinnum er íkastið vaksið úr um 40 prosentum tey fyrru árini uppá um 43 prosent tey seinnu árini.

 

Annars upplýsir Hagstovan, at íðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 milliardum krónum upp í 14,7 milliardir.