Vaks 150 milliónir

Tað er serliga toskurin, og uppsjóvarfiskurin, sum gera munin

Fyrsta ársfjórðing í fjør, útfluttu føroyingar fyri 1,4 milliardir krónur. Tað er 150 milliónir krónur, ella 12 prosent, meir enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Tað er serliga útflutningurin av botnfiski og uppsjóvarfiski, sum er vaksin. Hann er vaksin úr 299 milliónum fyrsta ársfjórðing í fjør, til 412 milliónir í ár, talan er sostatt um ein vøkstur á 38 prosent.

 

Og av botnfiskinum er tað serliga útflutningurin av toski, sum er vaksin. Útflutt er fyri útvið 100 mió. kr. meir av toski í ár.

 

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrsta ársfjórðing í ár, men tað er eisini útflutt væl meir av lodnu og sild. Hinvegin er minni útflutt av svartkjafti. Tilsamans er útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski vaksið 129 milliónir krónur, og tað eru heili 93 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Størsta minkingin í útflutningi er av laksi. Í ár er útflutningurin minkaður 130 milliónir krónur, niður í  519 milliónir krónur. Talan er sostatt um eina minking á 20 prosent, og ein orsøk til tað kann vera, at meiri varð útflutt til Russlands í fjør.