Eitt snøgt laðingar-og steinsetingararbeiði er gjørt niðri við Mataránna í Leirvík. Hetta er áin, sum rennur oman millum gomlu neystini í bygdini. Áin kemur oman, har sandur áður er vippaður oman í fjøruna - til gleði og gagns fyri bæði stór og smá.
Laðað er uppundir vestursíðuna á niðasta parti av Mataránni og einar 40 metrar niðan eftir ánni. Blómubed er gjørt í sjálvum skráanum, og nakrir hagasteinar eru lagdir til prýðis í moldina og millum veksandi blómurnar.
Vestan fyri skráan er ein størri steinseting, sum skal ímynda eitt gamalt fiskapláss, har klippfiskur í sínari tíð varð turkaður úti í sólini. Entreprenørurin, Poul Joensen í Fuglafirði, hevur tikið sær av planering og koyring, og tað er Sp/f Nýgerð, ið hevur gjørt laðingararbeiðið.
Eitt eftirgjørt gangispæl, sum er bygt eftir gamlari fyrimynd, skal eisini setast upp á økinum.
Beint vestan fyri fyri Mataránna og líka sum ímillum gomlu neystini er fyri fáum árum síðan eisini bygdur ein krokk-vøllur, sum eisini hevur verið til gleði fyri mong.
Tað sermerkta í hesum umhvørvi í Leirvík er, at tað serliga eru privatpersónar, sum eru primusmotorar og standa aftan fyri hesar verkætlanir, sum prýða og fjálga so væl um bygdaumhvørvið.
Persónurin, ið gongur aftur sum privatur íleggjari, er í fyrsta lagi Jógvan Elias Joensen, sum í nógv ár hevur verið nevndarformaður í gulllaksavirkinum, Tavuni. Ein annar persónur, sum eisini var við til at fáa nýggjan sand oman í gomlu fjøruna, er Osmund Justinussen, reiðari.
Nú vóna leirvíkingar, at kommunan fer at taka sær av eystara áarbakkanum í Mataránni, sum er í ringum standi og rapar í støðum. Sum In.fo skilir, hevur Eysturkommuna tikið hetta mál upp og ætlar at stuðla undir, at eystari áarbakki í Mataránni eisini verður laðaður.
Í Leirvík siga tey, at síðan privatir fóru í holt við at hugna og fríðka um økið niðri við gomlu neystini í bygdini, eru fólk, sum eiga hesi neyst, eisini farin at hampa um hjá sær. Tað eru eisini tey, sum longu hava bygt sær neystini um til summarhús.