Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var vanligt at skeinkja úr skeinkihorni, tá brúdleyp varð hildið. Vanliga var hornið tá tilevnað úr neytahorni, sum var skorið, pussað og polerað.
Nú kvøldskúlar eru byrjaðir kring um landið - ella er um at fara í gongd - eru tað summir, sum bjóða undirvísing í at tilevna ymiskar lutir úr horni. Ein av skúlunum, sum hevur hetta tilboð, er Sandoyar Meginskúli.
Tað verður Heri Jacobsen, ið annars er útbúgvin timburmaður og sum starvast sum húsavørður, ið fer at undirvísa.
- Eg havi fingið til uppgávu at undirvísa í tilevning úr seyðahorni. Nøkur pláss eru eftir. Viðhefta mynd er ein brellbiti sum vísir, hvat kann tilevnast úr horni, sigur hann.
Heri Jacobsen leggur aftrat, at einasti neyðugi førleiki, tá tú byrjar á skeiðnum, er, at tú hevur farran av toli, sum hann tekur til.
Tað er hugaligt, at bæði einstaklingar, skúlar og onnur eru farin at gera meira burtur úr at brúka føroyskt tilfeingi, tó at tað í hesum førinum ikki kemur úr havinum, men oman úr fjøllunum.