Vakra húð við sunnum kosti

Vit ynskja okkum øll eina sunna og bleyta húð. Tað finnast hópin av lekrum kremum, ið tú kanst forkela húðina við. Men tú gert eisini húðini eina stóra tænastu við at eta tær matvørur, ið geva húðini eitt frískt, natúrligt dæmi. Húðin arbeiðir alla tíðina við at endurnýggja seg sjálva og ektaður vakurleiki kemur innanífrá og frá matinum, ið tú etur. Tú fært eina sunna húð við at eta nógva frukt og grønmeti, fræ, nøtir, proteinir og fullkorn. Her eru nøkur prei um, hvat tú skalt leggja dent á, og harvið sjálv/ur kanst gera fyri at fáa eina vakrari húð.

Jórun Klein, dietistur
-----------------------

Beta-karoten
Beta-karoten er eitt slag av A-vitamin og er eitt bótarevni (antioxidantur), ið gevur økta verju móti sólskaðum. A-vitamin er týdningarmikið fyri varðveita ein sunnan yvirflatuvevnað í húðini og harvið eina sunna og smidliga húð. Trot á A-vitamin kann millum annað føra til turra og rukkuta húð.
Beta-karoten er í myrkagrønum mat­vørum sum spinati og grønkáli. Eisini er tað í gulum, appilsingulum og reyðum matvørum sum gularótum, søtum eplum, reyðari og gulari piparfrukt, mango og abrikos. Mjólkarvørur, avokado og eggjablommur eru góðar keldur til A-vitamin.


B-vitaminir
Um tú ikki fært nóg mikið av B-vitamin­um, ert tú meira viðkvæmur fyri húðtrupul­leikum sum rivnaðum varrum, turrari og flusnari húð, umframt húðskaðum. B-vitaminir og aðrar vitaminir arbeiða saman um at halda húðina sunna.
B-vitaminir eru í fleiri matvørum sum eitt nú fullkorni, soltnari mjólk, osti, jogurt, avokado, laksi, bananum, havra, jørðnøtum, høsnarunga, soppum, sólkjarnufræi, linsum og asparges.


C-vitamin
C-vitamin er eitt annað bótarevni, ið hjálpir við at framleiða kollagen umframt at verja tað. Kollagen er týdningarmikið fyri eina sunna húð, av tí at tað stuðlar upp undir uppbyggingina í húðini og varðveitir smidleikan og skapið á húðini. Ov lítið av C-vitamin kann gera húðina turra.
Góðar keldur til C-vitamin eru appilsinir og aðrar sitrusfruktir, brokkoli, rósinkál, grøn og reyð piparfrukt, avokado, jarðber og kivi.


D-vitamin
D-vitamin hevur týdning fyri framleiðsluni av nýggjum húðkyknum. Ein eginleiki, sum er týdningamikil fyri at húðin sær nýggj, sunn og frísk út. Nógv fólk hava D-vitamin trot, so hygg at kostinum og tak eisini kosttilskot, serliga um veturin, tá ið kroppurin ikki framleiðir so nógv D-vitamin sjálvur orsakað av manglandi sólarljósi.
D-vitamin fært tú gjøgnum feitan fisk sum til dømis laks og makrel, umframt mjólkarvørur, avokado og eggjablommur.


E-vitamin
E-vitamin virkar sum eitt bótarevni og hjálpir við at bremsa eldingini av húðini.
Ber, mandlur, blaðgrønmeti, avokado, laksur, soltið kjøt, bjølgfruktir og plantu–oljur eru góðar keldur til E-vitamin.


Selen og Zink
Fiskur og skeljadjór, sojabønir, soppar, spinat, hveitikim og fullkorn eru góðar keldur til selen og zink.


Omega-3-
feittsýrir
Tær sunnu ómettaðu feittsýrurnar, sum til dømis omega-3-feittsýrurnar, eru gagnligar fyri húðina. Tær hjálpa føðsluevnunum við at sleppa inn í kyknurnar. Harumframt kann kroppurin betur upptaka millum annað A-, D- og E-vitamin, ið allar eru feittupploysiligar vitaminir. Eisini mótvirka hesar feittsýrur bruna í kroppinum. Bruni fær kyknurnar til at tippa poknurnar, soleiðis at tú fært óreina húð og við tíðini eisini rukkur.
Omega-3-feittsýrir eru í mati sum makrel, laksi, tuni, valnøtum, hørfræi og hørfræolju, raps- og olivenolju.


Vatn
Gloym ikki at drekka nógv vatn. Vatn ger at húðin sær sunn og enntá ung út. Umframt at halda kyknurnar hydreraðar, hjálpir vatnið kyknunum við at burturbeina affaldsevnir. Og tá ið vit eru væl hydrerað, sveitta vit eisini meira effektivt, og hetta hjálpir til við at halda húðina reina og klára.


Grønt te
Grønt te inniheldur nógvar ymiskar vitaminir og mineralir og er harumframt ein góð kelda til bótarevni, ið verja kyknuveggirnir og minka um bruna. Kanningar hava víst, at grønt te minkar um vandan fyri sólskolding og húðkrabba.


Salt og alkohol
Alkohol (serliga reyðvín), kryddarí, salt og roykt kjøt fær blóðkørini til at víðka seg, og hetta fær kjálkarnar til at blussa upp og gevur reyðar plettar á hálsin og bróstkassan. Um tú hevur lyndi til at rodna, kanst tú royna at lata vera við at eta hesar matvørur.