Fyri Høgna Hoydal var tað ein harður umgangur kensluliga at síggja hendingarnar kring sjálvstýrissamráðingarnar á hvíta løriftinum. Men filmurin styrkti hann eisini í nøkrum av teimum niðurstøðum, sum hann sjálvur hevur gjørt sær um gongdina.
- Filmurin gjørdi meg enn meira greiðan yvir tað, sum eg havi hugsað síðan samráðingarnar, at vit skuldu ikki verið farin niður at samráðast uttan at hava eina fólkaatkvøðu í rygginum. Vit manglaðu eitt konkret mandat, og tí endaðu vit ofta í krosseldi millum føroysku andstøðuna og donsku stjórnina.
Sambært Høgna Hoydal var tað torførasta við filminum at síggja føroysku ósemjuna, serstakliga tá fólkaatkvøðan um loysing varð tikin aftur av løgmanni.
Spurdur um tað var rætt ikki at slíta samgonguna tá, sigur Høgni Hoydal beint eftir at hava sæð filmin:
- Tað veit eg ikki um tað var. Tað vakni eg satt at siga framvegis upp um næturnar og hugsi um. Niðurstøðan um hvørt tað var rætt ella ikki, skiftir enn eitt sindur.