Í Longyearbýnum á Svalbard er myrkt alt samdøgnið í ein heilan mánað um veturin. Nú hevur Philips gjørt eitt ljós, sum 200 fólk í eini kanningartíð kunnu vakna upp til. Tað eru støð í heiminum, har myrkt er allar 24 tímarnar av samdøgninum ? ein part av árinum. Soleiðis er í heimsins norðasta býi, Longyearbýnum á Svalbard, har stívliga 1800 fólk búgva.
Í vetur, nú íbúgvarnir einki sólarljós síggja í ein heilan mánaða, verða 200 fólk í býnum við í eini kanning, har tey fáa høvi at vakna upp til eina lampu, sum fyritøkan Philips hevur framleitt. Hetta er eitt sonevnt ?wake-up light?, sum tað verður rópt.
Eingin ivi er um, at ljós hevur ein avgerandi týdning fyri, hvussu dagurin hjá menniskjum byrjar frá morgunstundini.
Men hvat kunnu tey gera í Longyearbýnum á Svalbard, tá sólin er burtur alt samdøgnið?
Jú, sjálvandi brúka tey vekjara eins og flestu onnur, men nú fær so ein partur av norðbúgvunum á Svalbard eisini høvi til at verða við í hesi royndini við ljósi, sum Philips hevur gjørt. Ljósið veksur stigvíst seinasta hálva tíman, áðrenn klokkan vekkar, soleiðis at likamið kemur í eina náttúrliga vekingartilgongd.
Ljósið sendir eitt signal til heilan, so heilin byrjar at framleiða orkuhormonið cortisol. Við í wake-up ljósinum eru eisini ljóðklipp, har tey, sum eru við í royndini, kunnu velja at vakna upp til fuglasang - ella tann tónleik, tey nú einaferð kunnu hugsa sær.
Tað er heimasíðan www.elektronikbranchen.dk sum ber hesi tíðindi.