Vaknaðu til myrkur

Klokkan 6:53 fór streymurin í øllum meginøkinum. Klokkan 7:40 høvdu øll fingið streymin aftur. Orsøkin var, at motorarnir á Sundi slerdu frá

Tey flestu, sum ikki vóru so tíðliga uppi í morgun vaknaðu til myrkur. Enn er myrkt uttanfyri, og heldur ikki SEV megnaði at lýsa upp í morgun.

- Tað, sum hendi, var, at ein motorur á Sundi fekk ein trupulleika. Hetta hevur við sær, at hann steðgar. Meiningin er síðani at hinir báðir motorarnar skulu taka yvir. Hetta megnaðu teir ikki, og teir slerdu eisini frá. Tá vit missa tríggjar motorar klára vit ikki at veita streym, sigur Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV.

Hann vísir somuleiðis á, at enn er møguleiki fyri at klaki kemur á streymlinjurnar, tí veðrið háttar sær, sum tað ger.

- Tað er vandi fyri tí, men vit vóna tað besta. Klára vit til middags, so skuldi verið sloppið, sigur tekniski leiðarin.

Meiningin var, at streymurin til Dals, Skarvanes og Djúpadal skuldi sløkkjast, tí arbeiði skuldi gerast har í morgun, men vegna veður verður hetta ikki gjørt.