Vaknaðu av trýstinum

Tá Stjørnan fekk knívin á barkan, funnu tær meistaraspælilð fram. Neistin varð í seinna hálvleiki trumlað niður, og nú verður neyðugt við eini triðu alt-ella-einki-finalu í Sunset-kappingini

Hondbóltur

Har var einki at fara skeivur av sunnudagin. Stjørnan hevði heimavøll, og tað høvdu lokalu áskoðararnir sett sær fyri skuldi hoyrast.
Ikki minst tóktist málið um Nioletu Radu Hansen hjá Neistanum at hava tendrað áskoðarafjøldina, og buh'ini vórðu øgilig, tá hennara navn varð rópt upp av hallarvarparanum. Og samsvarandi ljóðstyrki positva vegin mundi Bára Skaale Klakstein fáa, tá hennara navn varð rópt lítla løtu seinni.

Við óróligu fyrireikingunum, sum Neistin hevði havt til dystin, var ikki ilt at ímynda sær, at hetta kundi kosta í evninum hjá spælarunum at savna allar tankar og kreftir um dystin.
Men alt rokið kring hetta tóktist nærum sláa bakk hjá Stjørnuni fyrstu longu løtuna. Kanska høvdu tær í hugaheiminum staðfest, at Neistin skuldi vera sín kanska mest týðandi spælara fyriuttan, og at Stjørnan tí hálvgum kundi spáka seg ígjøgnum dystin. Og nú Nico kortini var tøk, tóktust tær hálvgum kløkkar.
Og undir øllum umstøðum, so hevði alt stríðið havt við sær, at Neista-kvinnurnar vóru topp-tendraðar. Eisini langt áðrenn dysturin varð blástur ígongd.
Tær tóktust veruliga sum ætlaði Neistin sær bara at berja stigini heim. Og fyrstu longu løtuna bendi alt eisini á, at hetta skuldi eydnast teimum. Eins og í fyrru finaluni í Havn, so fingu tær skjótt skil á verjuni, har Sjtørnan sjáldan fekk nakran møguleika til nakað annað enn at spæla yvir vengurnar. Og við Manuelu Stan í málinum er ikki so øgiliga ofta, at hetta gevur nakað úrslit hjá mótstøðuni.

Knívin á barkan
Í nógvar mátar tóktist dysturin soleiðis at líkjast seinastu uppgerðunum millum liðini. Uppgerðir, sum kanska fyrst og fremst eru avgjørdar, tí Neistin í størri mun hevur hildið høvdinum kalt, tá mest hevur staðið á.
Eitt skifti stóðu eisini heili 7-3 til gestirnar á talvuni, men so fekk Stjørnjan brádliga fatur á rætta endanum. Við knívinum á barkanum raknaði liðið av álvara við. Verjan kom í gear, soleiðis at Neistin mest sum einki fekk burtur úr sínum álopsspæli. Og brádliga kom eisini ferð reyðu álopini. Aliina og Joan skrúvaðu báðar spælið eina tonn rætta vegin, og brádliga komu mál eisini av kantunum, tá hesar vórðu spældar ígjøgnum.
Neistin megnaði at svara eitt sindur aftur undan steðginum, soleiðis at tær kortini hildu leiðsluni, men eftir steðgin skrædnaði av álvara. Stjørnan leyp alt fyri eitt upp á 17-13, og so var eingin vegur aftur hjá gestunum. Hóast tær eina løtu royndu at hanga í, so var Stjørnan ongan tíð sinnað at geva nakað sum helst. Áskoðararnir tóktust nú eisini hugsa meira um at stuðla sínar egnu, heldur enn at happa mótstøðuna, og tað í sjálvum sær mundi eisini vera eitt betri útgangsstøði hjá heimaliðnum.

Opin finala
Úrslitið av dystinum gav í fyrsta umfari Stjørnuni rættin til enn ein finaludyst um FM-heitið. Og í fleiri mátar man dysturin eisini hava havt við sær, at tær mugu metast sum favorittar, hóast seinasti dysturin verður spældur í Havn.
Megna tær at halda fast í spælinum, sum tær sýndu seinna partin av dystinum leygardagin, so er eisini ilt at síggja, hvussu Neistin skal halda fast í teimum. Tí hesa løtuna livdi Stjørnan veruliga upp til favoritt-leiklutin, sum tær mest sum alt kappingarárið hava fingið heft á seg.
Um tær so megna at liva upp til hetta mikukvøldið, er ein annar spurningur. Mest týdningarmest, so kann úrslitið hava borið við sær, at sálarliga yvirvágin er koppað til Stjørnuna aftur, og bara hetta í sjálvum sær kann mest sum avgera dystir, longu áðrenn teir eru byrjaðir.
Hinvegin, so er einki at ivast í, at Neistin fyri tað nógva var órógvað av kringstøðunum til dystin. Og at tær tí eru serstakliga tendraðar til at tryggja sær, at 75. árið hjá felagnum aftur skal verða eitt av teimum gyltu.

Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 30-23 (11-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 7, Katarina Stepanov 6(3), Anna Kristina Samson 5, Bára Skaale Klakstein 4, Joan Midjord Djordjevic 4, Una Olsen 3(1), Louisa Andreasen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(2), Ása á Neystabø 5, Birita Wardum 4, Katrin á Neystabø 4, Mildrið Jacobsen 1, Kára á Dunga 1, Unn Kragesteen 1, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Stjørnan 5, Neistin 3
Útvísingar: Stjørnan 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr. Tóktust ikki allan dystin hava sama konsekvens í dømingini.