Vakmyndatól skulu ikki avloysa ansing og umsorgan

Dátueftirlitið hevur tikið avgerð um vakmyndatól á einum bústovni. Bústovnurin sleppur ikki at nýta vakmyndatól um náttina at ansa eftir búfólki, sum bera ymisk brek.

Dátueftirlitið hevur tann 26. juni 2009 tikið avgerð í einum máli, har ein bústovnur ynskti at sleppa at nýta vakmyndatól um náttina at ansa eftir búfólki, sum bóru ymisk brek.

Upplýst varð, at Nærverkið ynskti prinsipiella støðutakan í málinum og málið varð lagt fyri á fundi í Dáturáðnum.

Dáturáðið kom til ta niðurstøðu at tað ikki var heimilað í § 8 jf. § 9, stk.1 nr 6 í persónsupplýsingarlógini, at bústovnurin setti upp umrøddu vakmyndatól at ansa eftir búfólkunum um náttina, uttan so at læknalig meting fyrilá, sum greitt vísti á at tað, út frá einari læknaligari meting, er neyðugt at nýta nevndu vakmyndatól sum liður í observatión av sjúklingum um náttina.

Í samband við viðgerð av málinum vendi Dátueftirlitið sær til MBF fyri at fáa støðu felagsins til generella spurningin um at nýta vakmyndatól sum ein part av umsorganararbeiðnum á bústovnum fyri fólk við ymsum breki. Niðurstøðan hjá MBF var, at tey ivaðust í um vakmyndatól yvirhøvur eiga at verða nýtt sum loysn, tá talan er um ansing og/ ella umsorgarnaruppgávur á bústovnum og MBF metti at hetta er eitt tekin um at roynt verður at loysa ansingar- og umsorganaruppgávur við vakmyndatóli ístaðin fyri at umskipa vaktarskipanirnar á bústovnunum.

Kelda: www.datueftirlitid.fo