Vakmyndatól hjálpa okkum at uppklára nógv brotsverk

EFTIRANSING Vakmyndatól eru eitt fantastiska hent amboð hjá Løgregluni, sigur varaleiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni

- Tað er rættiliga oftani, at vakmyndatól hjálpa okkum at uppklára stuldur, herverk og onnur brotsverk.
Tað staðfestir Hildur Hentze, varaleiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Tey hava ikki tøl fyri, hvussu oftani løgreglan brúkar vakmyndatól í sínum uppkláringararbeiði.
Men tað er rættiliga oftani, sigur varaleiðarin á kriminaldeildini.
Tá ið okkurt er á vási, eru vakmyndatól altíð eitt tað fyrsta løgreglan hugsar um.
- Vakmyndatól gevur rættiliga góðar myndir og tær siga nógv meiri enn langar forkláringar.
Hildur Hentze sigur, at eru myndir tøkar frá einum vakmyndatóli, beinir tað eisini allan iva burtur um eina hending, tí so er ikki so nógv at kjakast um.
Vakmyndatól verða ikki bara brúkt at uppklára stuldur og herverk. Tey verða eisini brúkt í vanligum kanningararbeiði.
Eitt nú veit hon dømi um, at vakmyndatól hava bæði hjálpt til at fella neyðtøkubrotsmann, og tey hava hjálpt til at fríkenna mann, sum hevur verið undir illgruna fyri neyðtøku.
Hon heldur ikki, at nakar vandi hevði verið í at sett vakmyndatól upp á almennum støðum.
- Tað verður ført fram, at tað er at ganga privatlívinum ov nær, men tað haldi eg, er burturvið.
- Vit hava ongan áhuga í at sneyta, hvør gongur í býnum og hvar. Vit hyggja bara at myndum, tá ið brúk er fyri tí at loysa eitt mál – og so hava vit eisini tagnarskyldu, sigur Hildur Hentze.
Hon er sannførd um, at tey allarflestu høvdu einki havt ímóti, at fleiri vakmyndatól vórðu sett upp ymsastaðni, tí tey hava einki klemmu av nøkrum slagi.
Tvørturímóti ivast hon ikki í, at tey høvdu havt tað fatan, at tey høvdu verið betur vard, høvdu fleiri vakmyndatólk verið.
Hon vísir á, at í Danmark eru vakmyndatól á almennum plássum, í tokum og í bussum, men eingin hugsar um tað.

LES EISINI GREININA: Yvir 1000 vakmyndatól halda eyguni við okkum