Norðlýsið rør framundir, at eg skal verða tykkin, og at eg kanska hevði eina óhepna løtu, so var ikki. Tað, sum eg fyrst og fremst hevði at, var at Klaksvíkar kommuna fíggjaði eitt átak, sum vísti seg at verða samanvavt við partapolitikki. Eg kenni tað sum mína skyldu, sum býráðslimur, at vera á varðhaldi, tá ið tað snýr seg um, hvussu kommunan brúkar skattaborgarans pening, og hvussu kommunan umsitur, til frama fyri allar borgarar í kommununi.
Klaksvíkar sjúkrahús
Tað er sjálvsagt, at Norðlýsið verjir teir stovnar, ið vit hava í Klaksvík. Men eg loyvi mær at pástanda, at sjálvt um eg valdi ikki at skriva í serblaðið, so merkir tað ikki, at eg ikki, eins og allir aðrir norðoyingar, vil varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús. Eg mælti til, at býráðið í felag orðaði eitt skriv viðvíkjandi støðu býráðsins til hetta málið. Helt og haldi framvegis, at vit stóðu nógv sterkari á tann hátt, enn at vit, hvør í sínum lag, profileraðu okkum upp á at verja Klaksvíkar sjúkrahús. Tað var tilvitað, at eg valdi tað frá, at vera partur av hesi herferðini.
Javnaðarflokkurin
Norðlýsið hevur fullan rætt til at viðgerða Javnaðarflokkin, tað tók eg eisini fram í míni grein. Tað sum eg átalaði var, at hetta óbeinleiðis var fíggjað av Klaksvíkar kommunu. At kommunan brúkar pengar uttan at vita, hvat ið hon betalir fyri, tað taki eg ikki undir við.
Viðvíkjandi innihaldinum í oddagreinini um Javnaðaflokkin, so var niðurstøðan, at flokkurin ikki arbeiðir fyri javnstøðu millum menniskju og økir í landinum. Tí er tað púra rætt, sum Norðlýsið skrivar, at tað ikki er relevant, at nevna øll tey dømini, ið eru beinleiðis prógv um, at niðurstøðan í greinini ikki er røtt. At eg og Norðlýsið ikki eru samd viðv. Javnaðarflokkinum er onki forgjørt í, men Norðlýsið má rokna við, at eg geri vart við tað, sum eg eri ósamd í.
Branda Klaksvík
Eg haldi framvegis ikki, at hetta var rætti mátin, ið Klaksvíkar býráð valdi at branda býin. Tað var óumhugsað og illa fyrireikað. Klaksvíkin er á tremur av tænastum og tilboðum, ið vit kunnu bjóða fram. Orsaka av, at átakið ikki var fyrireikað, so kom bert ein lítil partur við, og tað er ikki gott nokk. Ein so stór kommuna eigur at kunna gera tað betur. Klaksvíkin sum lokalsamfelag hevur allar fortreitir fyri at verða kent sum eitt spennandi samfelag, har ið tú fær hug at vitja ella búseta teg. Ein fortreyt er, at vit branda okkum samsvarandi hesum, tað haldi eg ikki vit gjørdu nóg gott hesuferð.









