Men góði keri John William Joensen. Hetta problemið hevur tú sjálvur skapt. Tú gloymir kanska, at tú ikki ert ein óheftur blaðstjóri, men ein djúpt inhabilur sambandsmaður.
Tú eigur sjálvur Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra. Sum formaður í Norðoya Sambandsfelag kundi tú byrjað við at lýst til ein fund í Norðoya Sambandsfelag, har tit tóku Bjørn Kalsø við. Tit kundu so rist í hann, so hann vaknaði. Og um hann ikki aktar, so sig honum, hvar skapið skal standa!
– Annars eru vit púra samd við blaðstjóran á Norðlýsinum. Vit staðfesta, at stórt atgerðarloysi valdar í Mentamálaráðnum.
Tað gjørdi tað eisini, tá Helena Dam á Neystbø sat har, og tá Jógvan á Lakjuni sat har, og tá øll tey nógvu tjóðveldisfólkini upp á skift sótu har.
Vit hava tí ringar royndir av politisku skipanini.
Hevði Miðlahúsið verið ein heftur miðil – sum átti ein mentamálaráðharra, so høvdu vit ikki lagt fingrarnar ímillum!










